”Endiliga hava vit fingið vatn og vit hava bunkrað 350 litrar. Ætlanin er, at vit sníkja okkum avstað einaferð í nátt í myrkrinum. Vónandi gongur alt gott og vit sleppa leysir av Cap Verde uttan trupulleikar”.
Soleiðis skrivaði Livar Nysted í gjárkvøldið, og okkurt bendir á, at teir nú hava lagt frá landi og eru farnir at rógva víðari.
Trackarin á oceanrower.eu uppdaterar bara tvær ferðir um samdøgrið, og í morgun lógu teir ikki longur inni í havnini í Mindelo, men nakað uttan fyri havnina.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa samband við Livar fyri at fáa staðfest um teir veruliga eru slopnir avstað, og hava sett kós móti Suðuramerika.
Í gjár var trupulleikin ikki bara at fáa vatn umborð, men okkurt bendi eisini á, at myndugleikarnir høvdu hug at nokta teimum at rógva víðari eisini, og tí var talan um at ”sníkja seg avstað í myrkrinum”.
Les eisini: Livar og rógvararnir í álvarsligum trupulleikum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald