Innanlands

Livar og teir komnir á mál

Livar Nysted og hinir eru komnir í land í Suðuramerika

Mynd frá fyrr á túrinum

Mynd frá fyrr á túrinum

2020-04-26 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir 54 dagar avstað, eru Livar Nysted og hinir umborð á árabátinum Rose komnir í land í býnum Cayenne, sum liggur í Franska Gujana, Suðuramerika.

Túrurin úr Portugal til Suðuramerika er góðar 3700 fjórðingar, og loksins kundu teir í dag traðka í land.

Nógvir trupulleikar hava verið á vegnum. Tá 900 fjórðingar vóru eftir av túrinum, blivu teir álopnir av einum stórum hávi, sum gjørdi enda á róðrinum. Uttan róður er ikki lætt, men teir hava megnað at vunnið upp land.

Tá lagt varð frá landið í mars mánað var ætlanin at náa metið fyri skjótasta rógvitúr úr Afrika til Suðuramerika, men tann vónin reyk, tá róðrið fór.

Vit hava enn einki frætt frá Livari Nysted síðani teir komu í land, men skiparin umborð, Ralph Tuijin, skrivaði á Facebook fyri løtu síðani at hann júst var komin á mál, og at hetta var níggjunda havið, hann róð um.

Til ber at síggja túrin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder