Innanlands

Livar rør suður móti Afrika

Fylg leiðini hjá teimum fimm rógvarunum

2020-03-05 10:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Livar Nysted og teir fýra róðrarfelagar hansara løgdu í gjár frá landi úr suðurportugisiska býnum Portimao við kós móti Kanariuoyggjunum.

Málið er Cayenne, høvuðsstaðurin í Franska Gujana, og klára teir túrin upp á 48 samdøgur, fær Livar enn eitt met í metbók sína.

Les: Livar setist við árarnar tvørtur um Atlantshav 

Til ber at fylgja hvussu langt bátur teirra er komin. Á heimasíðuni hjá skiparanum, Ralph Tuijn, er ein ’trackari’, sum vísir leiðina og seinastu knattstøðu hjá bátinum. Og sum sæst, lá báturin í morgunin nakrar fjórðingar beint sunnan fyri fráferðarbýin sunnast í Portugal.

Livar Nysted sjálvur setti hesa heilsan á Facebook-vanga sín áðrenn fráferðina í gjár:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder