Í morgin setist ævintýrarin úr Hvannasundi, rógvarin og listamaðurin Livar Nysted, aftur við árarnar fyri at fremja enn eitt bragd.
Hann fer sjálvur fimti úr Portimão allar sunnast í Portugal og væntar at vera frammi í Franska Gujana, norðast í Suðuramerika, einaferð um millum 50 og 60 dagar.
- Vit fara hiðani í morgin við kós móti Kanariuoyggjunum. Eftir ætlan fara vit ikki í land á Kanariuoyggjum, men rógva suðurum, og leggja so leiðina vestur um hav, tá vit eru komnir suður har, sum bestu líkindini eru at rógva, greiðir Livar Nysted frá í telefonini úr Portimão.
Óvæntaður kjansur
Hann sigur, at hesin kjansurin at koma við í bátin knappliga tók seg upp.
- Eg varð ringdur upp av einum manni, sum eg kenni frá havrógving, men havi tó ikki róð saman við honum fyrr. Hann var skipari á einum báti, sum skuldi rógva tvørtur um Atlantshav, men tað vísti seg nú, at ein av monnunum hevði fingið ein skaða í ryggin, so hann kundi ikki vera við.
- Eg segði sum var, at eg ikki eri í toppform til slíka avbjóðing í løtuni, men at eg var áhugaður. Hann svaraði, at hann heldur vildi hava ein mann, sum ikki var í toppform enn ongan mann hava, og so leyp eg avstað, sigur Livar.
Maðurin sum ringdi er ein niðurlendingur, sum er royndur havrógvari. Hann er millum teir allar royndastu, hevur róð níggju ferðir tvørtur um Atlantshav.
Fimm mans vera við bátinum. Umframt Livar vera teir tveir írar, ein serbi og ein niðurlendingur. Annar írin er ein ungur maður, sum er blindur, men sum hevur verið partur av írska landsliðnum í pararógving.
Fara eftir metinum
Sum sagt, so roknar Livar við at tað fer at taka millum 50 og 60 dagar at rógva til Franska Gujana.
- Alt veldst um veðurlíkindini. Vanliga er ikki av besta veðri á fyrsta teininum hiðani til Kanarisku oyggjarnar, men so er at vóna, at líkindini at rógva vestur um hav eru í lagi, sigur Livar, og leggur afturat:
- So vítt eg veit, er skjótasti túrur gjørdur upp á 49 dagar. Stuttligt hevði verið, um vit høvdu klárað tað, so eg kundi fingið enn eitt met. Men tað er ikki aðalmálið – tað er tað ongantíð, sigur Livar Nysted.
Broytir einki um hina ætlanina
Hesin rógvitúrurin broytir einki upp á ætlanirnar hjá Livari at rógva tvørtur um Atlantshav einsamallur í føroyskt bygdum báti.
- Nei, tann ætlanin gongur sína gongd. Hanus Jensen er í gongd við at smíða bátin í Danmark, og gongst eftir ætlan, so fari eg undir tann túrin í januar mánaði komandi ár. Gongst ikki eftir ætlan, ja so verður tururin einaferð seinni, sigur Livar, sum altíð, optimistiskur.
Les: Um Atlantshav við lítlum yvirbygdum seksmannafari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald