Innanlands

Lívdin er ein gáva til allan høvuðsstaðin

Hátíðarhald var í nýggju Lívdini í Hoyvík í gjárkvøldið. Tit høvdu stórar ætlanir og í dag kunnu tit við takksemi siga, at tað eydnaðist, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-08-28 18:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjárkvøldið var hátíðarhald í nýggju Lívdini í Hoyvík, har trý almenn umboð hildu røðu í sambandi við innflytingarveitsluna. Umboðini vóru Uni Næss, dómpróstur, Jenis av Rana, mentamálaráðharri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Borgarstjórin byrjaði við at heilsa øllum, leiðslu og starvsfólkum, gestum og øllum, sum vóru savnað í Lívdini, eins og hann takkaði fyri, at hann var boðin at siga nøkur orð saman við mentamálaráðharranum og dómpróstinum.

- Mær rann til hugs, at tað sanniliga er munur á at koma niðan til Hoyvíkar í kvøld, í mun til ta tíðina, tá eg byrjaði mítt virki fyri Tórshavnar býráð. Fyri fimti árum síðan gekk ein smalur og krókutur vegur úr Havnini niðan á Hvítanes. Ferðslan var lítil og tá vóru færri enn hundrað fólk her uppi á leiðini.

- Tá kommunan fór í gongd við stóru útstykkingarnar í 1974, tók Hoyvík at vaksa og varð skjótast vaksandi býarpartur í kommununi. Stóra menningin førdi við sær stórt virksemi – ein skjótt vaksandi býarpartur skal hava nógvar tænastur, vegaskipan, grundøki, dagsstovnar og skúlar, frí- og ítróttarøki.

- Og við stórari tilflyting úr øllum landinum skal ikki minst vera rúm fyri kirkjum og samkomum, segði Heðin Mortensen.

- Lívdin er eitt sera hóskiligt navn. Eitt stað, har menniskju finna lívd frá lívsins stormum, ella, sum tit sjálvi lýsa tað: Eitt stað, har menniskju kunnu kenna seg frælsan og elskaðan, har tey kunnu vaksa, mennast og brúka sínar gudgivnu gávur. Tit hava rokkið tykkara dreymi um eina samkomu, sum skuldi náa nærumhvørvinum í Hoyvík, og í dag røkka tit enn longur — til høvuðsstaðin, Føroyar og út í allan heim.

- Hesin bygningurin er av sonnum ein gáva til allan høvuðsstaðin. Tit høvdu stórar ætlanir og í dag kunnu tit við takksemi siga, at tað eydnaðist, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri millum annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder