Innanlands

Liverpool Føroyar hevur latið 30.000 krónur til Eydnudeildina

Fjepparafelagið, ið á hvørjum árið letur eina peningagávu til eitthvørt endamál, lat kekkin til venjingina í Kollafirði í gjár

Peningurin var komin inn við millum annað at selja blusur á uppboðssølu (Mynd: Eydnudeild Føroyar)

Peningurin var komin inn við millum annað at selja blusur á uppboðssølu (Mynd: Eydnudeild Føroyar)

2020-02-19 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áki Johansen frá Liverpool Føroyar segði, í samband við at kekkurin varð handaður í gjár, at fleiri av limunum høvdu sæð innslagið um Eydnudeild Føroyar í 3-2 herfyri. Avgerð varð síðani tikin um at lata penning til Eydnudeildina, ið Morten Hust Petersen stendur fyri.

Hvørt ár letur Liverpool Føroyar eina peningagávu til vælgerandi endamál.Tað  sum felagið fekk inn til sølu í samband av blsum og øðrum til árligu ræstkjøtaveitsluna í Bowlinghøllini í Havn, har fleiri enn 100 fjepparar úr øllum landinum hittust, fór beinleiðis til Eydnudeildina. Hetta skrivar Liverpool Føroyar á heimasíðu sínari

[object Object]
Mynd: Eydnudeildin

Talan gjørdist um 30.000 krónur, og hetta kann Eydnudeildin nýta til millum annað uttalandsferð.

Eydnudeild Føroyar hevur hondbóltsvenjing hvønn týsdag í Høllini í Kollafirði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder