
Robert McBirnie hevur leingi verið ein almennur persónur í føroyska samfelagnum, og nú fer lívvsøga hansara at koma út í bólk.
Tað er miðlamaðurin Hilmar Jan Hansen, sum hevur skrivað bókina "Robert". Hetta hevur hann gjørt í tøttum samstarvi við høvuðspersónin sjálvan.
Tað skrivar sudurras.fo.
Robert er vágbingur, og mánadagin 30. oktobur verður útgávutiltak í Miðlatúni í Vág. Har verður bókin løgd fram, og høvuðspersónur og høvundur vera at hitta.
Hetta verður frá klokkan 15.00 til 17.30 30. oktober, har tað eisini ber til at fáa bøkur signeraðar, og at ogna sær bókina til serprís, skrivar Suðurrás.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald