Uttanlands

Liz Truss nýggjur bretskur forsætisráðharri

Hon tekur við eftir Boris Johnson longu í morgin og fer tá at kunngera sínar ráðharrar

Liz Truss, nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi

Liz Truss, nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi

2022-09-05 12:42 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Jan Müller, London


Hóast álvarsmál sum methøgu orkuprísirnir og kríggið í Ukraina hava verið frammaliga í bretsku fjølmiðlunum seinastu tíðina, so er tað serstakliga eitt einstakt mál, sum hevur fylt mest. Og tað er valið av nýggjum forsætisráðharra at taka við eftir Boris Johnson, sum varð noyddur at leggja frá sær vegna trupulleikar hann fyri tað mesta sjálvur hevði ábyrgdina av. 

Nú er so endaliga avgjørt, at tað verður Liz Truss, sum verður nýggjur forsætisráðharri. Hon fekk góðar 81.000 atkvøður, 57% meðan Sunak fekk góðar 60.000 atkvøður og 43%. Hetta visti BBC at siga frá fyri løtu síðani.  

Tey bæði valevnini Liz Truss og Rishi Sunak hava ferðast kring alt landið fyri at vinna veljararnar, sum í hesum førinum, eru teir umleið 150.000 limirnir í bretska konservativa flokkinum. Og tey hava í óteljandi samrøðum lagt fram sínar loysnir og vissiónir fyri eitt Bretland fram til komandi val um hálvt triðja ár. Sunak vil økja skattirnar, Truss vil lækka teir, tí tað er mest í tráð við upprunaliga og grundleggjandi konservativa politikkin. 

Fyri løtu síðani varð so kunngjørt, at Liz Truss verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi. Hon tekur við longu í morgin og fer tá at kunngera sínar mongu ráðharrar. 

Eitt tað fyrsta málið, sum Liz Truss hevur lovað at leggja fram og loysa er tann álvarsliga orkukreppan í landinum, ið hóttir við at taka grundarlagið undan milliónum av bretskum húsarhaldum. Methøgu gassprísirnir gera, at einstøku familjurnar megna ikki longur at rinda fyri gassið eins og fyri elrokningarnar, samtíðis sum fyritøkur standa til  at fara av knóranum, tí heldur ikki tær megna brádliga vaksandi orkuprísirnir, sum møguliga kunnu gerast tvífalt so stórir í komandi ári. Gass verður í dag brúkt í flestu bretskum húsarhaldum. 

Tá ein familja skal rinda fyri orkunýtsluna í næsta mánaði skal hon rinda 3500 pund  (umleið góðar 30.000 kr.) um árið. Í løtuni er rokningin umleið 2000 pund. Henda upphædd kann hækka munandi næsta ár til 5000 pund ella meira, um orkuprísirnir standa við ella halda fram við at hækka.

Liz Truss segði í gjár, at hon raðfestir orkukreppuna og fer innan eina viku at leggja fram eina ætlan. Eygðleiðarar halda, at hon fer at lækka skattirnar, soleiðis at húsarhald fáa ágóðan av tí. 

Alt Bretland bíðar nú efir, hvat nýggja kvinnan í Downing Street 10 veruliga  fer at gera við orkukreppuna, tí ein loysn má finnast og tað skjótt, nú veturin nærkast. Hóast andstøðan streingir á at fáa stjórnina at samtykkja enn ein sonevndan “Windfall tax”, sum er ein eyka skattur serstakliga á olju- og gassfeløg men eisini á aðrar vinnur, ið hava fingið og fáa ovurstóran vinning av methøgu orkuprísunum, so hevur Truss alla tíðina sagt, at hon er ímóti at seta í verk enn ein nýggjan skatt á m.a. orkufeløg. Hetta tí at hon heldur vil hava orkufeløgini at gera íløgur í leiting og útbyggingar av olju- og gasskeldum eins og í varandi orkukeldur  fyri at gera Bretland meira óheft av innfluttari orku. 

Tað er greitt, at nógv er vent á høvdið síðani russisku innrásina í Ukraina, nú teitt nú tey grønu í Týsklandi, sum hava gingið á odda at stongja bæði kjarnorkuverk og kolafýrd orkuverk, nú lata upp aftur fyri bæði kola- og kjarnorku. Hetta merkir eisini kjakið í Bretlandi, har veljarakanningar, sum blaðið The Sun kunnggjørdi í gjár, vísa, at ein stórur partur av bretum ynskja, at nýggja stjórnin heldur fram at menna olju- og gassleiting og framleiðslu í Norðsjónum samtíðis sum skundað verður undir menning av varandi orkukeldum sum sól-, vind- og  sjóvarfalsorku. 

Um somu tíð sum bíðað verður eftir, hvat nýggi bretski forsætisráðharrin fer at gera fyri at minka um orkukostnaðin hjá húsarhaldum, boða onnur lond í Evropa so sum Týskland, Svøriki og Finland frá, at tey fara at lata stórar upphæddir til at lætta um hjá húsarhaldum, nú orkuprísirnir raka meint. 

Seinasta nýggja er veljarakanning, sum er kunngjørd í morgun. Har stendur Labour til at vinna stórt við 11% framman fyri Konservativa flokkin, um val hevði verið í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder