Innanlands

Ljóðbrot: Herjólfur III - Suðuroyingar til Havnar í 2022

Nýtt skemtiligt ljóðbrot frá suðuroyingi, ið lýsir støðuna umborð á nýggja avloysaraskipinum, er nú í umferð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-08-18 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Stúgvandi fult við 17 fólkum í salongini, ølkassar ístaðin fyri stólar at sita á, ikki pláss fyri smyrjibreyðnum, eingin hevur bil við, tað skal holl KT-vitan til fyri at fáa bilettir og at enda ein avlýsing vegna ov høga aldu - tó royna suðyroingar ikki at lata ov illa at

Hetta er veruleikin umborð á Herjólfi IIi í nýggja youtube-videonum hjá Gundi Johansen. Tað verður helst gjørt ov nógv av, í mun til hvussu støðan verður hjá suðuroyingum næstu tíðina, men tað er helst ein góð tragi-komisk mynd og lýsing av, at avloysaraskipið, sum verður sett í sigling fyri Smyril í morgin, sær út til at vera eitt risa afturstig.

Myndir hava verið at sæð á sosialu miðlunum síðani í gjárkvøldið av Smyrli og Herjólfi III, tá íslendska avloysaraskipið var á royndartúri. Smyril er næstan tvífalt so langur, og greitt er nú, at Herjólfur tekur undir 400 ferðafólk og lutfalsliga fáar bilar. 

[object Object]

Sí eisini: 
Munur á skipum: Herjólfur á royndartúri
Herjólfur iii hevur fingið siglingarloyvið

Skemtiliga brotið hjá Gundi Johansen, ið eisini stendur aftanfyri Grillbúðina hjá Símun, er bygd upp sum ein útvarpsraportasja. Tað kann hoyrast ovast ella her. Tað varð lagt á Youtube fyrr í dag, og ferðast nú runt á millum annað sosialu miðlunum; tað hevur longu verið spælt yvir 3.000 ferðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder