Mentan

Ljómur skipar fyri kórsangi í Miðlatúni leygardagin

Sangdagurin hjá kirkjukórinum í Vági er fyri at geva fleiri møguleikan at syngja í kóri. Byrjað verður klokkan 14 í Miðlatúni

Byrjað verður klokkan 14 og hildið verður á til klokkan 18. Ætlanin hjá kórinum er millum annað, at fleiri skulu halda seg framat (Mynd: vagur.fo)

Byrjað verður klokkan 14 og hildið verður á til klokkan 18. Ætlanin hjá kórinum er millum annað, at fleiri skulu halda seg framat (Mynd: vagur.fo)

2023-09-27 18:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljómur hevur skjótt 85 ár á baki. Kirkjukórið í Vági hevur tí leingi hugtikið fólki, og nú í vikuskiftinum hevur tað ein serligan dag.

Leygardagin 30. septembur fer Ljómur at skipa fyri einum sangdegi í Miðlatúni. Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.

Byrjað verður klokkan 14 og hildið verður á til klokkan 18. Ætlanin hjá kórinum er millum annað, at fleiri skulu halda seg framat.

- Vit halda, at fleiri fólk skuldu havt møguleikan at syngja í kóri, so tí ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum til ein hugnaligan dag við kórtónleiki, góðum práti, kaffi og onkrum afturvið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder