placeholder
Mentan

Ljósfest í Vági í morgin

Tiltøk eru frá klokkan 11 leygarmorgun til klokkan 4 sunnumorgunin. El-verkið í Botni hevur eisini opið

2022-08-12 11:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ljósfest verður í Vági í allan morgin. Tiltøkini eru frá klokkan 11 leygarmorgunin heilt til klokkan 4 sunnumorgunin.

Telti har matsøla o.a annað gott verður, er sett upp og í dag verður stóri pallurin settur upp í miðbýnum við Torgið og skipasmiðjuna.

Vágs kirkja hevur opið og eisini el-verkið í Botni hevur opið.

Ókeypis konsert verður á pallinum við Evi Tausen, Tinganest, Høgna Lisberg, Herborg Torkilsdóttir, Steintór Rasmussen, Eyðun Nølsøe og Tróndur Enni, Inga og Danny og Hjarnar. 

Heitið Ljósfest stavar heilt afturi frá 1921, tá vágbingar hátíðarhildu Ljósfest fyri Elverkinum í Botni og tað, at streymurin kom til Vágs.

Fyriskipararnir siga, at tað eru ikki bara vágbingar sum eru vælkomnir til Ljósfest, men øll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder