Innanlands

Ljósketa var orsøkin til eldsbrunan í Hoyvík í vikuskiftinum

Talan var um skammlop, upplýsir kanningarleiðarin fyri Vágaportalinum

2021-04-22 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið kom eldur í eini sethús í Hoyvík. Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men húsini fingu so umfatandi roykskaða, at húsfólkini ikki fingu verið í húsunum.

Kanningar fóru í gongd, og vp.fo skrivar í dag, at orsøkin til eldsbrunan er funnin. Michael Gram, kanningarleiðari, sigur við miðilin, at tala var um skammlop í einari ljósketu.

Hendan ljósketan var til uttandura brúk og var trý ára gomul. Hon varð hongd upp inni.

- Í slíkum føri eru tí ráðini altíð at kanna ketuna væl og virðiliga, áðrenn hon verður hongd upp inni, sigur Michael Gram við Vágaportalin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder