Innanlands

Løgdu nærum 25.000 km aftur um seg

Sum partur av átakinum “Hvør metur telur”, hava føroyingar skrásett, hvussu langt teir hava gingið og runnið seinastu tvær vikurnar

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2020-06-01 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólkaheilsuráðið hevur saman við Sona fyriskipað átakið “Hvør metur telur”, har føroyingar hava skrásett, hvussu langt teir hava gingið og runnið seinastu tvær vikurnar.

Tey, ið tóku lut í átakinum løgdu samlað nærum 25.000 km aftur um seg. Øll øki í landinum hava luttikið í átakinum, sum vísir á stóru tøkniligu møguleikarnar at náa út til ein breiðan luttakaraskara.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sigur, at Fólkaheilsuráðið leingi hevur umhugsað at menna eina føroyska rørslu- ella virksemisapp, og at royndirnar av átakinum saman við Sona hava givið betri innlit í, hvussu ein tílík app kann síggja út.

Hvør metur telur veruliga, tá talan er um rørslu og heilsustøðu tína, tí at øll rørsla ger mun, sigur Fólkaheilsuráðið.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder