Hóast føroysku kommunurnar hava sjálvræði sambært stýrisskipanarlógini, so er tó ein áseting í kommunustýrislógini, sum ásetir at sáttmálar, sum kommunur og kommunalir stovnar gera við fakfeløg, góðkennast av landsstýrismanninum við fíggjarmálum.
Men sambært viðmerkingunum til hesa lóg, verður hesin rættur givin landsstýrismanninum fyri at tryggja at samsvar er millum lønarlagið hjá tí almenna og hjá kommununum.
Tí er ivasamt, um fyrisitingarliga avgerðin hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um ikki at góðkenna sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbejðsgevarafelagið, er grundað á saklig fyrilit sambært kommunustýrislógini.
Tað heldur løgrøðingurin Torkil V. Rasmussen. Hann grundgevur fyri hesum í almennum skrivi, ið er almannakunngjørt í dag.
- Tað tykist sum um, at sjálvur góðkenningarmyndugleikin, nú er farin frá uppgávuni at tryggja eitt javnt og samsvarandi lønarlag og mótvirka lønarglíðing millum starvsfólk hjá landi og kommunum til hinvegin at tryggja eitt ójavnt og ósamsvarandi lønarlag við tað, at munur verður gjørdur á lønarlagnum hjá limunum í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða undir landinum og so limunum, sum arbeiða hjá kommununum, skrivar Torkil V. Rasmussen millum annað og leggur afturat:
- Av tí sama kann mann av góðum grundum seta spurning við, um fyrisitingarliga avgerðin hjá Jørgeni Niclasen ... er grundað á saklig og viðkomandi fyrilit sambært kommunustýrislógini og viðmerkingunum til greinina.
Torkil V. Rasmussen vísir á, at landsstýrismaðurin sambært grein 5, 5. stykki í kommunustýrislógini ikki hevur fingið heimild til ”generelt at halda lønarlagnum hjá kommunum aftur ella til at brúka sum jarnbrot í egnum samráðingum”.
Løgfrøðingurin heldur, at tað hevði klætt landsstýrismanninum at tikið málið upp til nýggja viðgerð og komið til aðra avgerð, ið lýkur endamálinum við lógarheimildini, nevniliga at tryggja samsvar millum lønirnar hjá starvsfólkum í landi og kommunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald