Mentan

Løgfrøðingur: Tað er loyvt at taka myndirnar men ikki at deila tær

Myndir frá tokvanlukkuni í Danmark hava elvt til kjak

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-01-09 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir

Fyri viku síðani hendi størsta tokvanlukkan, sum Danmark hevur sæð í 30 ár. Í hesum sambandi høvdu nógv fólk tikið myndir av vanlukkustaðnum og deilt tær á sosialu miðlunum, og løgreglan hevði givið nógvar bøtur til bilførarar, sum steðgaðu á fyri at taka myndir á Stórabeltsbrúnni.

Hetta hevur elvt til nógv kjak um, hvørt tað er rætt at taka og deila slíkar myndir.

Jógvan Elias Winther Poulsen, løgfrøðingur,  segði við Kringvarpið í morgun, at tað er loyvt at avmynda fólk, sum eru á einum frítt atkomuligum staði, eitt nú í gongugøtuni ella í haganum.

Um ein tekur tokvanlukkuna í Danmark sum dømi, er tað ikki ólógligt í sær sjálvum at taka mynd av tokinum, har sum vanlukkan hendi, ella av løgregluni meðan hon arbeiðir, ella av fólki, sum liggja á vegnum og hava fingið ógvusligan skaða, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.

Men tá tað snýr seg um at deila myndirnar, eru aðrir reglar galdandi.

Um ein kemur framvið eitt stað, har ein vanlukka er hent, og ein sær fólk liggja á vegnum, hevur ein loyvi til at taka mynd av viðkomandi, og tað er eisini loyvt at vísa øðrum myndina á sínari egnu fartelefon. Men at senda myndina víðari til onnur á eitt nú messenger er ikki loyvt uttan samtykki frá viðkomandi.

Hoyr samrøðuna við Jógvan Elias Winther Poulsen her.

placeholder
placeholder