Innanlands

Lógin um almannatrygd og tænastur einmælt samtykt

Hetta er ein søguligur dagur, sigur landstýriskvinnan í almannamálum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast úm úrslitið í løgtinginum í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast úm úrslitið í løgtinginum í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-19 16:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt lóg um almannatrygd og tænastur, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevur lagt fyri tingið. 

- Hetta er ein søguligur dagur og eg eri sera fegin um, at drúgva arbeiðið loksins hevur borið á mál. Síðani 1990-árini hevur verið arbeitt við at fáa ein avloysara til gomlu forsorgarlógina, og nógv eiga lut í hesum drúgva arbeiði

Hetta ssigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, við heimasíðuna hjá lamannamálm.

Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum.

Meginreglan í nýggju lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvar og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum, heldur enn fyri borgaran. Stórur dentur verður eisini lagdur á at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðiskrivar, skrivar amr.fo

- Í dag rukku vit loksins á mál, og eg gleðist um, at vit hava borið hesa týdningarmiklu lóg allan vegin. Og tess meira kann eg fegnast um, at tað hevur eydnast mær at sannføra alt løgtingið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Uppskot til løgtingslóg, ið varð samtykt í dag, kann síggjast her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder