Innanlands

Lógin um almannatrygd viðgerast á tingi í dag

Tingarbeiðið verður nú tikið uppaftur – átta viðgerðir á trivnaðarøkinum á skránni í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-21 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Átta fyrstu viðgerðir eru settar á dagsskránna fyri tingfundin í dag. Alt mál innan sosiala økið, og sum skulu viðgerast í t trivnaðarnevndini, áðrenn tey koma aftur í tingið til víðari viðgerð.

Fimm av málunum verða viðgjørd undir einum. Talan er um lógarpakkan, kallaður lógin um almannatrygd, sum skal koma ístaðin fyri núgaldandi ótíðarhóskandi forsorgarlógina.

Meginreglan er, at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvar og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum, heldur enn fyri borgaran, skrivar Almannamálaráðið á heimasíðu síni.

Stórur dentur verður lagdur á at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at borgarin hevur ávirkan á egin viðurskifti. Hóast fyribils ella varandi brek, skal bera til at liva eitt so vanligt lív, sum gjørligt.

Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.

Løgtingsfundurin er settur at byrja klokkan 10.

Framhaldandi er galdandi, at bert tíggju tingfólk kunnu vera til staðar í tingsalinum, og at talutíðin er avmarkað 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder