Av tí at tað framvegis eru nøkur smittað – nøkur fá, gamaní – í Íslandi, so er Føroya landsstýri ikki sinnað at geva leyst fyri ferðafólkum úr Íslandi til Føroya.
Boðini eru framvegis, at ferðandi úr Íslandi skulu 14 dagar í sóttarhald, um tey koma til Føroyar, sigur løgmaður.
Eisini hóast ein linkan av hesum reglunum kundi verið til ovurstóra hjálp fyri føroysku ferðavinnuna.
Men í samrøðuni her við Portalin sigur løgmaður eisini, at tað verður arbeitt við møguleikanum at lata meira upp fyri ferðandi úr Íslandi, og harvið kann kanska roknast við, at nýggj boð fara at koma innan alt ov langa tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald