- Tit eru øll hjartaliga vælkomin. Sjálvandi skulu tit koma heim til Føroyar, um tit ynskja tað og vilja tað. Men tit mugu eisini vera við til at taka ábyrgd og vísa virðing fyri tí, sum fólkið í Føroyum hevur offrað hesar seinastu vikurnar.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, vendi sær beinleiðis til útisetar, tá hann í dag greiddi frá, hvussu Føroyar verða latnar enn meira upp, hóast fyriskipanirnar fyri at forða at smittan kemur inn til landið verða varðveittar.
Endamálið hjá myndugleikunum er nú nevniliga so vítt at halda nullinum, sum tikið verður til.
Tí, sum løgmaður segði:
- Vit vilja ikki hava smittuna til Føroyar.
Áheitanin til tey ungu er tí at fylgja teimum almennu tilhaldunum, og tað er at sita heima í sóttarhaldi teir fyrstu 14 dagarnar.
Løgmaður vísti á hvussu stóra orku føroyingar hava brúkt at basa smittuni og hvussu nógv hetta hevur kostað bæði trivnaðarliga og fíggjarliga.
- Hetta er gjørt tí vit ikki vilja hava smittuna í umferð í Føroyum, segði Bárður á Steig Nielsen, og legði afturat:
- Tað hvílir ein ábyrgd á tykkum, sum nú velja at koma heim til Føroyar. Tit mugu vera við at vísa ábyrgd og vísa virðing fyri tí, sum fólkið í Føroyum hevur offrað hesa seinastu tíðina, segði løgmaður.
Les eisini: Øll slepa nú aftur í skúla – frástøðan er nú ein metur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald