Innanlands

Løgmaður á Norðurlandaráðsfund í Reykjavík

Høvuðsevnið á ársfundinum hesa ferð, sum verður hildin í Reykjavík, er "friður og trygd í Arktis"

Aksel V. Johannesen løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-28 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 28. til 30. oktober luttekur Aksel V. Johannesen løgmaður á árliga ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Ársfundurin í Norðurlandaráðnum verður hildin fyri 76. ferð. Høvuðsevnið á ársfundinum hesa ferð, sum verður hildin í Reykjavík, er "friður og trygd í Arktis".

Eitt, sum er sermerkt fyri ársfundin í ár er, at eitt uppskot at dagføra Helsingforavtaluna fyriliggur. Ein møgulig dagføring fer at styrkja luttøkuna hjá Føroyum, Grønland og Álandi i norðurlendska samstarvinum, og verður eitt týðandi stig móti arbeiðinum at tryggja Føroyar sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Ársfundurin verður settur týsmorgunin 29. oktober og, løgmaður heldur røðu týsdagin seinnapart. Til ber at fylgja beinleiðis við her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder