- Eg havi ikki givið almennum stovnum boð um at steingja. Eg havi bara biðið um, at alment sett starvsfólk, sum kunnu arbeiða heimanífrá, skulu gera tað.
Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum í kvøld, tá fýra landsstýrisfólk kunnaðu um hjálparpakkan til vinnuna og arbeiðsmarknaðin, sum ætlanin er at fáa ígjøgnum í komandi viku. Svarið var til spurningin um tænastuna á Akstovuni, nú bilasølur harmast um, at tað ikki er møguligt at skráseta nýggj akfør eftir at Akstovan hevur tikið avleiðingarnar av corona-støðuni.
Samfelagshjólini skulu mala
Løgmaður gjørdi greitt á tíðindafundinumfundinum, sum varð sendur beinleiðis í kringvarpinum, at meiningin ongantíð hevur verið at samfelagið skuldi leggja stilt.
- Tað er av týdningi og alneyðugt, at samfelagshjólini mala, hóast støðan er óvanlig. Samfelagið má ikki støðga upp. Rokningar skulu gjaldast og eisini løn til starvsfólkið, segði løgmaður áðrenn greitt varð frá teimum tiltøkum, sum landsstýrið nú setir í verk, serliga fyri at hjálpa teimum vinnum, sum verða hart raktar av íkomnu støðuni. Hetta er serliga galdandi fyri vinnufyritøkur í undirhaldsvinnuni, ferðafólkavinnuni og matstovuvinnuni, vísti løgmaður á.
Hann vísti á, at tiltøkini, sum landsstýrið setti í verk í farnu viku hava sett ferðina niður í samfelagnum, men ætlan hevur ongantíð verið, at samfelagið skal støðga.
Løgmaður varð tí biðin um at greiða frá, hví tað eru almennir stovnar, sum hava latið aftur fyri allari vanligari tænastu, eisini tænastu, sum má metast ikki at hava serliga stóran smittuvanda við sær.
Dømu um hetta er Akstovan, sum umframt at støðga øllum teori- og koyriroyndum og bilasýnum eisini hevur stongd avgreiðsluna, so at nýggj akfør ikki kunnu skrásetast.
Tað var útvarpið hjá Kringvarpinum, sum fríggjadagin segði søguna um, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri bilasølurnar. Hoyr útvarpsinnslagið her.
Á tíðindafundinum í kvøld gjørdi løgmaður greitt, at her má vera talan um eina misskiljing.
Spurdur um løgmaður harvið sigur, at starvsfólkið á Akstovuni skal fara aftur til arbeiðis, svaraði løgmaður játtandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald