Innanlands

Løgmaður: Eiga at fara til eina varandi summartíð

Nú vit skifta yvir til summartíð í nátt, er tíðin komin at taka kjakið um summartíð og vetrartíð upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum heldur vit eiga at fara frá hesari siðvenjuni

– Eg haldi at Føroyar eiga at fara til eina varandi summartíð, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

– Eg haldi at Føroyar eiga at fara til eina varandi summartíð, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

2022-03-26 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðin er farin frá at skifta tíðina.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í almennum skrivi, nú vit skulu flyta klokkuna ein tíma fram í nátt.

ES-tingið samtykti í 2019 at droppa skiftið yvir til summartíðina, men ósemja hevur verið um, hvørt tað skal vera summartíðin, ella vetrartíðin, sum skal vera galdandi alt árið, og spyrt tú løgmann, eiga Føroyar at fara til eina varandi summartíð.

– Gera vit tað, sleppa vit undan at skifta tíðina tvær ferðir um árið, vit fáa ein eyka tíma av dagsljósi seinnapart um veturin, og vit fáa somu klokkutíð sum alt Evropa helvtina av árinum, sigur hann.

21. januar í ár lýsti løgmaður nýggja kunngerð um summartíð fyri 2022 og 2023, tá gamla kunngerðin frá 2016 bert var galdandi til og við 2021. Nýggja kunngerðin er sostatt bara galdandi fyri tvey ár í mun til ta fyrru, sum var galdandi fyri fimm ár.

Kunngerðin frá januar ásetur, at vit í ár skulu flyta klokkuna 27. mars og 30. oktober, og næsta ár 26. mars og 29. oktober.

Løgmaður sigur, at tað var tá hann skuldi lýsa kunngerðina í januar, at hann fór at hugsa, um tíðin ikki var búgvin til at avtaka hesa siðvenju í Føroyum.

– Kjakið í ES og Danmark um hetta málið tykist at vera fastlæst í løtuni, men eg haldi kortini, at vit eiga at taka kjakið í Føroyum, bæði alment og í politisku skipanini.

– Mítt uppskot verður, at vit fara til eina varandi summartíð, sum er GMT +1, sum eisini verður galdandi um veturin. Hetta hevur við sær, at tað, sum vit í dag kenna sum vetrartíð, fer í søguna. Vit fara sostatt at hava somu tíð sum evropeiska meginlandið um veturin, men vera ein tíma aftanfyri tey um summarið. Í hvussu er til tey eisini gera broytingar í summar- og vetrartíð, sigur løgmaður.

Hann undirstrikar, at avgerðin um summartíð ikki skal takast alt fyri eitt, men at hann heldur, at vit í Føroyum eiga at taka hetta kjakið upp.

– Tá eg lýsti kunngerðina um summartíð í januar, tá lýsti eg hana hesa ferð bara fyri tvey ár. So kanska verur 26. mars 2023 síðsta ferðin vit skifta til summartíð? sigur hann at enda.

Les alt skrivið hjá løgmanni her.

Les eisini: Vit missa ein tíma í nátt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder