- So leingi, sum okkara tiltøk hava riggað, so havi eg ongar ætlanir um at broyta skipanina. Og okkara skipanir rigga, tí vit hava ongan innlagdan á sjúkrahúsi og nærum ongin verður smittaður í løtuni.
Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá hann í tinginum í dag varð spurdur um ætlanin er at krevja av ferðandi til Føroya, at tey verða sett í tvungið sóttarhald til tess at kunna lata føroyska samfelagið meira upp.
Tað var Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, ið setti løgmanni spurningin undir ófráboðaðu spurningunum til landsstýrisfólk á tingi í dag.
Løgmaður segði, at hann fer at koma við nýggjum fráboðanum á tíðindafundinum fyrrapartin í morgin, men at hann framhaldandi ætlar sær at hava eina skipan, sum byggir á álit og ábyrgd hjá einstaka borgaranum.
Hann ásannar tó, at tað kann vera ein serlig avbjóðing um tað vísir seg, at ferðafólk í hópatali fara streyma til Føroyar. Tá verður helst neyðugt at seta tiltøk í verk til tess at ”støðga hesum floyminum”, segði løgmaður.
Staðfest varð, at tað í núverandi lóggávu – heldur ikki teirri víðkaðu donsku – er møguleiki at krevja av ferðandi at fara í sóttarhald. Skal tað gerast, má tað vera við eini serlóg, sum skal setast í gildi við ríkislógartilmæli, og tað merkir at tað skal góðtakast bæði á løgtingi og fólkatingi.
Royndir geva falskan tryggleika
Høgni Hoydal spurdi eisini um møguleikan at taka royndir av ferðafólkum fyri at staðfesta um tey kunnu vera smittað.
Til tað svaraði løgmaður, at tey frá politiskari síðu hava ynskt, at royndir verða gjørdar av fólkum, sum koma til Føroyar. Men heilsumyndugleikin hevur higartil rátt frá hesum.
Orsøkin er, at ongin vissa er fyri, at fólk ikki eru smittað. Tí tey kunnu vera smittufrí tá tey koma til landið fyri so at bróta út nakrar dagar seinni. Hetta gevur eina falska trygd, hevur boðskapurin verið.
- Smittan er lúrin, og vísir seg alla tíðina frá nýggjum vinklum. Tí kann støðan broytast á hesum øki frá degi til dags, segði løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald