Innanlands

Løgmaður: Kynsbýtið verður øðrvísi um tíggju ár

Tað er ynskiligt, at bæði kynini eru umboðað í landsstýrinum, og væntar Bárður á Steig Nielsen, at hóast bert menn eru í núverandi landsstýri, verður støðan ein onnur í framtíðini – Tað segði hann í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm fyrrapartin

Sjálvandi er tað ynskiligt, at bæði kynini eru umboðað í landsstýrinum, eins og í løgtinginum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sjálvandi er tað ynskiligt, at bæði kynini eru umboðað í landsstýrinum, eins og í løgtinginum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-23 17:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur legði frá sær sum landsstýriskvinna 20. desember, hevur eingin kvinna verið í landsstýrinum, men í framtíðini verður kynsbýtið øðrvísi.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í løgtinginum fyrrapartin í svari til fyrispurning hjá Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

Í sambandi við tilnevndingina av Árna Skaale og Sólvit Nolsøe, sum tóku við sum landsstýrismenn 6. januar, setti Ingilín Didriksen Strøm løgmanni ein fyrispurning, har hon vildi hava honum at greiða frá, um hann helt tað vera nøktandi, at eingin kvinna var í landsstýrinum, um hann heldur javnstøða eigur at vera í landsstýrinum, og um hann ætlaði at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum.

Í svari tá segði løgmaður, at hann harmaðist um, at eingin kvinna var í landsstýrinum, men at tað er upp til flokkarnar at koma við uppskoti til landsstýrisfólk, sum síðani skulu góðkennast av løgmanni. Hann segði seg ikki vita um, at nakar løgmaður nakrantíð hevði tilnevnt onnur landsstýrisfólk enn tey, sum ein flokkur hevði skotið upp.

Les eisini: – Harmist um at eingin kvinna er í landsstýrinum í løtuni

Í morgun gjørdist greitt, at Uni Rasmussen fór at gerast nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum, og í hesum sambandi nýtti Ingilín Didriksen Strøm høvi at endurtaka spurningin, tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skránni í tinginum.

– Kann løgmaður seta krøv til, hvør verður valdur í landsstýrið?, spurdi hon.

Í svari sínum endurtók Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at tað er siðvenja, at flokkar tilnevna landsstýrisfólkini, sum løgmaður so góðkennir, um hann metir tey vera før fyri at røkja starvið.

Eisini segði hann, at tað sjálvandi er ynskiligt, at bæði kynini eru umboðað í landsstýrinum, eins og í løgtinginum, men at hann væntaði, at býtið fór at verða heilt øðrvísi um nøkur ár.

– Um tíggju ár so verður býtið heilt øðrvísi. Bæði í løgtinginum og í landsstýrinum. Vit sóu tað herfyri, tá ungdómstingið var saman, segði løgmaður, sum vísti á, at genturnar tá vóru í stórum meiriluta.

– Tað er tað, sum eg síggi fyri mær verður støðan, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder