Aksel V. Johannessen, løgmaður, hevur júst ynskt Guðs signing yvir Føroyar av løgtingsins røðarapalli, og hevur harvið eisini sett hol á nýggja tingsetu.
Við útgangsstøði í føroyska samsanginum – bæði tí, sum børnini sungu á trappuni í Vágsbotni í gjár, sum kórsangarar sungu á Tinghúsvøllinum fyri løtu síðani, og sum alt Føroya fólk fer at syngja á Vaglinum í nátt – lýsti hann málini fyri politikkinum komandi tíðina.
Tá sungið verður, ‘hoyrist eingin, og tí hoyrast øll. Tað er fleirraddað, men kortini samfelt – og altíð í breiðari semju’
Tíðin farin frá blokkpolitikki
Soleiðis vónar løgmaður eisini, at politikkurin kann loysast í breiðari semju í framtíðini.
- Tíðin er farin frá blokkpolitikki, tí summi mál eru ov stór til flokspolitiska togtogan. Ov breið til einstaklingaprofilering. Vit mugu vera meiri sum ólavsøkukórið, ið stendur sum ein, tá ið um ræður. Fleirraddað, men samfelt, segði løgmaður, og nevndi serliga avbjóðingina við langtíðarhaldføri landskassans.
Løgmaður staðfesti, at landskassin ikki er haldførur, eitt nú tí at tað alsamt gerast færri, sum ikki arbeiða, og færri, sum arbeiða. Hesum broyttu fortreytunum má samfelagið laga seg eftir.
Langtíðarhaldføri krevur langtíðarloysnit, og tí mugu allir flokkar vera við, segði løgmaður.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vil lætta um gerandisdagin
Hann nýtti eisini at vísa á nøkur mál, sum samgongan hevur fingið loyst, og sum hevur lætt um gerandisdagin – onkur teirra í breiðari semju eisini. Herímillum skattalætti og lønarlyft.
Og hann nevndi eisini ætlanir um at lætta enn meira um gerandisdagin, millum annað, at ætlanin er at sstrika meirvirðisgjaldið á breyði, mjólk, frukt og grønmeti.
Eisini eru ítøkiligar ætlanir at loyva kommunum at taka gjald fyri tóm hús og at loyva áseting um bústaðarskyldu á nýggjum búsetingum. Hetta fyri at bøta um møguleikan hjá nýggjum familjum – eisini tilflytarum – at seta fót undir egið borð.
- Tilflytingin má stýrast
Tilflytingin av útlendingum fekk eisini gott pláss í løgmansrøðuni, og her varð staðfest, at vit nú nærkast markinum fyri, hvat landið megnar at taka inn av fremmandum fólki.
- Tilflytingin má stýrast. Tað mugu ikki koma fleiri útlendingar inn í landið, enn vit megna at integrera, segði løgmaður.
Aðrar ætlanir á politiska økinum er at skipa so fyri, at størri partur av burturkastinum verður skildur við jús og hjá fyritøkunum, og at uppaftur meira verður endurnýtt.
Eisini skal náttúran gagnnýtast betri, so at vit kunnu gerast meira sjálvbjargin.
- Latið okkum økja um útboðið av føroyskum matvørum og eggja føroyingum til at eta stuttflutt, ljóðaði ein av áheitanunum frá løgmanni, sum eisini greiddi frá, at arbeitt verður við heildarætlan, ið skal menna matvørur og nýggjar matvinnur í Føroyum.
- Málið er at framleiða fleiri landbúnaðarvørur, økja um lønsemið og mótstøðuførið í vinnuni og fáa skynsamari lendisbrúk, segði Aksel V. Johannesen.
Løgmaður mælti eisini til breiðar semjur, tá tað snýr seg um at fáa meira skynsaman fiskiskap.
Øll ólavsøkurøða løgmans sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald