2020-06-29 14:32
Løgmaður hevur vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk ynskt Guðna Thorlacius Johannesarsyni hjartaliga til lukku við flotta valsigrinum og afturvalinum sum forseti Íslands.
Í brævinum stendur millum annað:
– Tú hevur tænt íslendsku tjóðini væl og fyrimyndarliga og ert ein sannur føroyavinur. Vit gleðast um, at tú heldur áfram í embætinum.
Á forsetavalinum í Íslandi leygardagin fekk Guðni Thorlacius Jóhannesson heili 92,2 prosent av atkvøðunum. Les meira her.
Sí brævið frá løgmanni til afturvalda íslandska forsetan her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald