Innanlands

Løgmaður: Tamarhald á støðuni

- Eg fari at heita á fólk, um at bera seg sinniliga og bíða eftir boðum klokkan 9 í morgin, sigur løgmaður í kvøld

Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-03-11 22:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrið viðger í kvøld átøkini, sum fara at vera sett í verk í morgin. Men hóast ógvusligu átøkini sum danir hava sett í verk, heitir løgmaður á fólk um at bíða til í morgin klokkan 9.

Støðan er ógvuslig allastaðni kring okkum. Men tíbetur hava vit enn tamarhald á støðuni. Tó kann støðan skjótt broytast, og tí fara vit at koma við nýggjum átøkum, ið verða kunngjørd á tíðindafundi í morgin, sigur løgmaður við kvf.fo í kvøld.

Hann sigur at Føroya fólk hevur ansað sera væl eftir sær sjálvum og hvørjum øðrum, og at hetta er besta verjan móti smittuni.

Tíðindafundurin hjá løgmanni verður altso sum nevnt klokkan 9 í morgin árini, og bæði útvarpið og sjónvarpið senda beinleiðis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder