Innanlands

Løgmaður vil ikki hava politistat

Álit og ábyrgd til fólkið røkkur longri, heldur Bárður á Steig Nielsen

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-29 06:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- At geva fólki álit og ábyrgd røkkur longur uppá longri sikt. Uppá stuttsikt, kann man seta ein politistat í gildi í Føroyum og gongur vakt og tryggjar sær, at fólk halda eg inni. Men eg trúgvi meira uppá at álit og ábyrgd til borgaran, segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, í Breddanum í útvarpinum í gjár.

Nógv trýst hevur verið seinastu dagarnar um at fáa landsstýrið at seta lóg í gildi, sum tvingar fólk sum koma til Føroya í sóttarhald. Teir tríggir tilburðirnir, sum eru staðfestir seinastu dagarnar eru komnir við flogfari úr Danmark.

- Eg haldi, at man skal hyggja eftir hvat tað er, sum er farið fram hesar síðstu sjey til seks virkurnar. Tað var eisini eitt øgiligt trýst á fyri at stongja fyri allari flog- og skipaferðslu tá vit settu ferðina niður í samfelagnum. Hetta valdu vit ikki at gera, tí vit mettu ikki, at tað stóð í mát við avleiðingarnar tað annars fekk í samfelagnum.

Bárður á Steig Nielsen sigur seg tó skilja sjónarmiðini, men sigur tað ikki vera so einfalt, sum fólk gera tað til.

- Tá man tosar um tvungið sóttarhald, skilji eg tey ógvuliga væl, um man tosar út frá, at so kann alt samfelagið lata uppaftur. Men so einfalt er tað ikki, sigur Bárður á Steig Nielsen við Breddan.

Løgmaður ger tó greitt, at fer tað at vísa seg, at talið av ferðafólkum økist næstu tíðina, so er støðan ein onnur og tá er helst neyðugt við einari lóggávu.

Hósdagin klokkan 10 verður tíðindafundur, har løgmaður greiðir frá, hvussu samfelagið fer at lata upp aftur mánadagin 4. mai. Tá verður eisini kunngjørt hvussu portrini til Føroya verða strammaði upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder