Innanlands

Løgmaður vildi ikki svara spurningunum

Grundgevingin er, at veruleikin hjá løgmanni er ikki tann sami, sum veruleikin, ið Høgni Hoydal roynir at mana fram

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2021-09-08 14:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, valdi rætt sín at lata vera við at svara upp á spurningarnar, tá Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, í løgtinginum í dag setti honum nakrar munnligar spurningar viðvíkjandi útsøgnunum hjá løgmanni viðvíkjandi leikluti Føroya í hernaðar- og verjumálum.

Spurningarnir vóru til greinina hjá løgmanni, sum hevur staðið í danska miðlinum Altinget

Fimm mánaða gomul grein
Í tinginum upplýsti løgmaður, at talan er um somu grein, sum fyri fýra mánaðum síðani stóð á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni fyri fimm mánaðum síðani, og skilti ikki, hví øsingin er íkomin nú.

Les: Vesturheimurin er okkara stavnhald 

- Umheimurin og eisini danskir miðlar hava áhuga fyri føroysku støðuni til henda spurningin. Altinget bað løgmansskrivstovuna um at fáa eina týðing av greinini, og hesum gingu vit á møgi, tí vit vilja fegin hava fleiri at fata okkara staðfestinv av, at vit eru ein partur av vesturheiminum, segði løgmaður millum annað í svari sínum.

Greinin í Altinget hevur fingið øði í Høgna Hoydal, sum í gjár sendi eitt skriv til miðlarnar. Hann vísti á, at undirbrotligheitina hjá sambandsfólki er kend í Føroyum, men hann vildi ikki góðtaka, at landsins politiski leiðari fer út í altjóða miðlar við hesum, sum hann kallar ein niðurgering av føroyingum.

Les: Løgmaður niðurgerð føroyingar og falsar søguna 

Niðurgering
Og tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni á tingi í dag, setti formaður Tjóðveldis løgmanni nakrar spurningar við støði í hesum. Eitt nú fýlist Høgni Hoydal á, at løgmaður sigur føroyingar hava flogið undir radaran fyri at sleppa undan at at taka støðu í hernaðar- og verjumálum.

Hesum vil Høgni Hoydal ikki góðtaka. Hetta er ein niðurgerð móti eitt nú teimum 226 føroyingunum, sum lótu lív undir øðrum verðaldarhardaga, og teirra familjum. 226 er eitt prosent av fólkinum í landinum – størsta sivila tap undir krígnum yvirhøvur.

Løgmaður tók ikki støðu til teir einstaku spurningarnar, men vísti á, at politiski og søguligi veruleikin hjá honum ikki er tann sami sum tann hjá Høgni Hoydal.

Mótmælis- ella friðargongur?
Bárður á Steig Nielsen vísti á síni barna- og ungdómsár, sum vóru merkt av, at tjóðveldisfólk og onnur gingu mótmælisgongur niðan í Mjørkadal fyri at mæla ímóti, at Nato var til staðar í Føroyum.

Í forleingilsi av tí, so staðfesti løgmaður eisini, at avgerðin um ein komandi eftirlitsradara í Føroyum verður tikin í Føroyum og onga aðrastaðni.

Høgni Hoydal vildi ikki góðtaka søguligu útleggingina hjá løgmanni, og spurdi um hann hevði sína vitan frá Dagblaðnum í sjeytiárunum, tá Óli Breckmann hevði fragd av at kalla friðarfólk fyri “hopphøvd, sum spældu fandango”.

- Nei tað vóru ikki mótmælisgongur móti Nato. Tað vóru friðargongur, fólk sum mótmæltu hóttandi vápnadubbingini, sum hótti við einum triðja verðaldarbardaga um tað mundið.

Løgmaður avrundaði bara turrisliga við at staðfesta, at politiski og søguligi veruleikin hjá Høgna Hoydal ikki er tann sami, sum hjá honum sjálvum, og vísti á at spurningarnir, ið vórðu settir, vóru settir út frá veruleikanum, sum Høgni Hoydal roynir at skapa.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder