Føroyar eru eitt av teimum fáu londunum, har tað ber til at staðfesta, at eingin persónur er staðfestur smittaður.
- Sum fólk hava vit rokkið tí, ið sera fá lond hava megnað. Hetta hevur borið til, tí fólk, familjur og fyritøkur frá degi til dags kollveltu sín gerandisdag og tóku ábyrgd undir sera truplum umstøðum. Sum samfelag skulu vit vera takksom og errin av tí, vit hava útint, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Seinastu mánaðirnir hava víst, hvat ábyrgd, samanhald og ósjálvsøkni í veruleikanum inniber. Tey stóru tøkini, sum einstaklingar og felagsskapir hava tikið, hava gjørt avgerandi mun, og Føroyar eru slopnar undan teimum ræðuleikum, ið tíverri framvegis ráða í mongum londum.
- Eg takki fyri tey ódnartøk, ið fólkið í Føroyum hevur tikið. Øll tey góðu úrslitini byrja við, at fólk rætta hondina út og geva eitt íkast. Ikki fyri egnan vinning, men fyri okkum øll. Vit eiga at minnast til, at hjá fólki og fyritøkum hevur stóra samfelagssinnið eisini kravt ómetaliga nógv, bæði trivnaðarliga og fíggjarliga. Teimum eiga vit at hjálpa og stuðla komandi tíðina, sigur løgmaður.
Fortreytin fyri góðu úrslitunum hevur verið, at røtt og neyðug stig vóru tikin tíðliga, samstundis sum almennu tilmælini um frástøðu og reinføri hava verið vird. Tilmælini fara at standa við eina tíð afturat, samstundis sum øll ferðandi verða staðiliga biðin um at fara í heimauppihald.
- Vilja vit varðveita sjáldsama góðu støðuna, so mugu vit framhaldandi ansa eftir og virða almennu tilmælini. Koronasmittan er lúmsk, og hon kann skjótt og brádliga taka dik á seg aftur. Sum samfelag mugu vit taka øll neyðug fyrivarni, sigur løgmaður.
Men tað skerst ikki burtur, at góðu smittutølini gera tað ráðiligt at seta enn meira ferð á Føroyar í næstum. Við ongum smittaðum í løtuni eiga vit at umhugsa at lata samfelagið enn meira upp, samstundis sum vit mugu seta í verk skipanir, ið kunnu tryggja, at vit ikki fáa nýggja smittu í umferð. Tað eru vit farin undir at fyrireika.
- Beinharða stríðið hevur loyst seg. Í Føroyum hevur eingin verið hættisliga sjúkur av koronasmittuni, og skjótt kunnu vit flyta okkum enn nærri einum so ótarnaðum gerandisdegi sum tilber undir hesum serstøku umstøðunum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald