Hósdagin 26. november frættist, at trý fólk lótu lív í vanlukku við íslendska fiskiskipinum Jökull.
Í hesum sambandi hevur løgmaður, Beinir Johannesen, sent samkensluskriv til íslendska forsætisráðharran, Kristrún Frostadóttir.
Soleiðis skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu sínari.
- Í skrivinum ber løgmaður familjum og avvarðandi sína djúpastu samkenslu. Eisini staðfestir løgmaður, at í hesi sváru stund standa vit í Føroyum saman við íslendsku tjóðini í sorgini.
Til ber at lesa alt samkensluskrivið her.
Sí eisini: Fiskiskip sakk eystanfyri Ísland - trý fólk hava latið lív
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald