Tað eru teir ‘tríggir løgmenninir’ í landsstýrinum, sum klára seg best. Tað heldur føroyski veljarin sambært seinastu veljarakanningini.
Og tað er sitandi løgmaður, Beinir Johannesen, sum klárar seg allarbest.
Tá Portalurin umvegis Spyr.fo spurdi 500 veljarar um teirra meining í veljarakanning í síðstu viku, vóru tey spurdu eisini biðin um at gera eina meting av teimum einstøku fólkunum í landsstýrinum.
"Hvussu heldur tú, landsstýrisfólkini hava klárað seg?”, ljóðaði spurningurin, og so vórðu tey spurdu biðin um at geva hvørjum einstøðum landsstýrisfólki eina meting millum 1 og 5, har 5 er ‘sera væl’ og 1 er ‘sera illa’.
Øll landsstýrisfólkini uttan ein fekk eitt miðaltal oman fyri 3, sum er miðal.
Beinir klárar seg best – Jacob verst
Sitandi løgmaður kláraði seg best við 3,26 í miðal, og síðan komu landsstýrisfólkini í hesi røð: Aksel V. Johannesen 3,12, Bárður á Steig Nielsen 3,08, Bárður á Lakjuni 3,04, Margit Stórá 3,01, Eyðdis Hartmann Niclasen 3,00 og Jacob Vestergaard 2,53.
Harvið sæst, at landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jacob Vestergaard, er tann, ið fær nógv verri ummæli enn hini landsstýrisfólkini.
Betri enn undanfarna stýrið
Hóast miðaltalið fyri alt landsstýrið sostatt júst megnar at knógva seg upp um 3, so er talið ikki so vánaligt kortini – ikki um vit sammeta við undanfarna landsstýri.
Seinast vit gjørdu eina slíka kanning var í november 2025 – tað var áðrenn landsstýrið varð skorið niður úr níggju niður í seks aðalráð.
Tað landsstýrið fekk einans 2,66 í miðal. Onki av landsstýrisfólkunum knógvaði seg upp á 3 í teirri kanningini. (Her skal sigast, at royndirnar frá seinastu árunum vísa, at ummælini lækka, tess longur samgongan/landsstýrisfólkini hava sitið).
Ta ferðina var Bjarni K. Petersen tann í landsstýrinum, ið kláraði seg best – hann fekk ummælið 2,96.
Løgmaður stendur sterkt á bygd
Fara vit aftur til nýggjastu kanningina, og hyggja nærri eftir tølunum hjá sitandi løgmanni, so síggja vit, at samgonguveljararnir geva honum miðaldalið 3,63. Tað eru 21 prosent av samgonguveljararnum, sum halda at hann hevur staðið seg “sera væl”.
Sum vera mann fær løgmaður ikki eins góð ummæli frá andstøðuveljarunum. Tó heldur hann eitt miðal á 2,80, sum er rættiliga gott. Tað er næstan helmingurin av andstøðuveljarunum – 47 prosent – sum geva honum ummælið 3, sum merkir hvørki væl ella illa.
Vit síggja eisini, at løgmaður fær nógv betri ummæli uttan fyri Havnina – 3,47 – enn hann fær í Havn – 2,98. Og vit síggja eisini, at hann fær betri ummæli frá teimum kvinnuligu veljarunum – 3,34 – enn frá teimum mannligu – 3,20.
Í hinum endanum av ‘karakterbókini’ hava vit Jacob Vestergaard, sum hevur nógv verri ummæli enn hini landsstýrisfólkini. Sjálvt hjá samgonguveljarunum verður vinnumálaráðharrin mettur at hava klárað seg undir miðal. Tey geva honum ummælið 2,94, meðan andstøðuveljararnir geva honum 1,98, harav 44 prosent geva honum botnkarakterin.
Javnaðarfólkini vaksa í metum
Tvey av fólkunum í hesi samgonguni, javnaðarumboðini, sótu eisini í undanfarna landsstýri. Sammett við seinastu kanning, so eru hesi bæði hækkað munandi í ummæli eftir at tey eru farin í samgongu við borgarligu flokkarnar.
Margit Stórá, ið var landsstýriskvinna við umhvørvismálum, tá seinasta kanning av hesum slag var gjørd, fekk tá ummælið 2,76 – nú fær hon 3,01.
Aksel V. Johannesen fekk sum sitandi løgmaður í november 2025 ummælið 2,57 – tað er munandi batnað nú til at liggja á 3,12 nú hann sigur sum landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Stórá best hjá andstøðuveljarum
Hyggja vit nærri eftir hvat veljararnir hjá andstøðuflokkunum halda um landsstýrisfólkini, so er tað áhugavert, at landsstýriskvinnan við almanna- og bústaðarmálum, Margit Stórá er tann, ið klárar seg best.
Soleiðis meta andstøðuveljararnir um landsstýrisfólkini:
- Margit Stórá 2,90
- Beinir Johannesen 2,80
- Eyðdis Hartmann Niclasen 2,76
- Aksel V. Johannesen 2,73
- Bárður á Lakjuni 2,71
- Bárður á Steig Nielsen 2,49
- Jacob Vestergaard 1,96
Kvinnurnar meta tey soleiðis (ummælið frá monnunum í klombrum):
- Beinir Johannesen 3,34 (3,20)
- Margit Stórá 3,25 (2,81)
- Eyðdis Hartmann Niclasen 3,19 (2,84)
- Aksel v. Johannesen 3,18 (3,06)
- Bárður á Steig Nielsen 3,18 (3,00)
- Bárður á Lakjuni 3,06 (3,03)
- Jacob Vestergaard 2,49 (2,56)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald