2020-03-09 16:10
Um middagsleitið í dag hendi eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðatunnlinum.
Ein ljósur bilur á veg ímóti Kollafirði, kom ov langt yvir í vinstru vegabreyt. Bilurin rakti síðuna á tveimum mótkoyrandi bilum, sum fingu materiellan skaða.
Ljósi bilurin steðgaði ikki, og kanningar á staðnum kundu bent á, at talan er um ein Toyota Auris, skrivar løgreglan í eini fráboðan.
Løgreglan biður nú almenningin um at hjálpa til við at finna fram til bilin, tí hon kundi hugsa sær at komið í samband við føraran á bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald