2020-02-29 19:15
Løgreglan skrivar á Facebook vanga sínum at, orsaka av ringa veðrinum, er tilbúgvingin kring landi sera nógv upptikin og av teirri orsøk, kann bíðitíðin tíverri verða long.
Heitt verður tí á allar borgarar um at vísa størsta varsemi tá farið verður út.
Somuleiðis heita vit á borgarar, um at royna tað teir kunnu at tryggja hús og leysar lutir skrivar løgreglan.
Nakrir stormskaðar hava verið kring landið. Millum annað ymsastaðni í Vágoyoynni. Stórur partur av tekjuni á skúlanum á á Giljanesi er farin í luftina,
boðar jn.fo frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald