Innanlands

Løgreglan: Helst talan um eitt óhapp

Ein lívleysur maður varð funnin á sjónum við Vestaru bryggju í gjár, og vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum hava verið á Vestaru bryggju seinnapartin í gjár millum klokkan 15.30 og 16, og sum kunnu hava sæð okkurt í sambandi við hendingina

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-19 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 17 seinnapartin í gjár varð ein lívleysur maður funnin á sjónum við Vestaru bryggju í Havn. Sjúkrabilur og løgregla varð sent á staðið, og gjørdist skjótt greitt, at maðurin ikki stóð til at bjarga.

Talan er um ein mann um 60 ára aldur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at ábendingar eru um, at talan er um eitt óhapp.

Hildið verður, at maðurin, sum skuldi til skips, kann hava verið áhaldsin og er farin niður ímillum skipið og bryggjukantin, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, sum hava verið á Vestaru bryggju seinnapartin í gjár millum klokkan 15.30 og 16, og sum halda seg hava sæð okkurt, sum kann hava samband við hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder