Løgreglan er ikki komin nærri uppkláring av harðskapsmálinum í Klaksvík, sum Portalurin skrivaði um í gjár.
Les: Løgreglan kannar harðskapsmál í Klaksvík
Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at fólk frá løgregluni hava verið og kanna umstøðurnar har harðskapurin skal hava verið framdur, og tey hava eisini tosað við mammuna hjá kvinnuni, sum meldaði málið.
- Men vit eru enn ikki komin fram á, hvør hevur framt harðskapin, men vit arbeiða víðari við málinum, sigur vaktleiðarin í morgun.
Sambært fráboðanini vóru tað tveir ungir dreingir, sum steinaðu og sparkaðu eina 23 ára gamla kvinnu við downs syndromi, meðan hon um hálvgun tvey tíðina týsdagin bíðaði eftir bussinum við Sandin í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald