Innanlands

Løgreglan kannar harðskapsmál í Havn

Ein persónur varð sligin í miðbýnum í høvuðsstaðnum í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-03 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt fekk løgreglan fráboðan um eitt harðskapsmál í høvuðsstaðnum. Tað var ein persónur, sum segði, at onkur hevði tikið í hann og sligið hann niður.

Hetta hendi í miðbýnum um klokkan hálvgum trý í nátt.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey hava tosað við offrið, og eisini fingu tey fatur á brotsmanninum í nátt, og fara tey at avhoyra hann seinni. Eisini fara tey at tosa við vitni seinni í dag.

Sum skilst er ógreitt, um nakað motiv lá aftanfyri harðskapinum, men brotsmaðurin var ávirkaður, verður sagt av politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder