2024-07-17 17:35
Løgreglan er í dag farin at kanna eitt eitt harðskapsmál, sum hendi í Klaksvík í gjár.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar fyri Portalinum, at málið er meldað, og at tað nú verður kannað. Meira veit vaktleiðarin ikki at siga um málið í løtuni.
Fyrr í dag skrivaði mamman hjá eini ungari kvinnu við downs syndromi á Facebook um hendingina, har hon sóknaðist eftir vitnum.
Talan er um ein tilburð, sum fór fram á Sandinum í Klaksvík um kl. 13.30 í gjár, har unga kvinnan bíðaði eftir bussinum.
Tá komu tveir yngri dreingir framvið á súkklu, sum lupu á kvinnuna. Annar steinaði meðan hin sparkaði kvinnuna í búkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald