
Aftur í nátt hevur løgreglan fingið tvær fráboðanir um harðskap í sambandi við Summarfestivalin í Klaksvík.
Tann eina hendingin var á festivaløkinum, og hin var á einum privatum bústaði í Klaksvík.
Í einum føri vóru sjónligir skaðar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki kann úttala seg meira um málini, tí at løgreglan enn manglar at avhoyra fólk.
Leygarnáttina vóru eisini tvey harðskapsmál í sambandi við Summarfestivalin. Les meira her.
Løgreglan hevur eisini í fleiri førum hjálpt fólki, sum hava fingið ov nógv niðurum í nátt. Í onkrum føri varð tað loyst við, at familjan kom eftir viðkomandi, og eisini er sjúkrabilur sendur eftir onkrum. Onkrar fráboðanir eru komnar frá samarittunum, og skulu teir hava eina tøkk, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan varð eisini boðsend í sambandi við húsaófrið í Norðurøkinum, og tíðliga í morgun varð ein bilførari í Klaksvík tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald