Innanlands

Tvey harðskapsmál í nátt

Bæði málini hendu á Summarfestivalinum millum klokkan tvey og trý

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-05 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Summarfestivalin, sum er í Klaksvík í hesum døgum, hevur løgreglan skrásett tvey harðskapsmál í nátt.

Talan er um tvær hendingar, sum hava verið millum klokkan tvey og trý í nátt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tað eina málið snýr seg um ein vakt, sum er blivin sligin í andlitið av einum festivalgesti. Vakturin helt á at arbeiða, og løgreglan fer at tosa við hann í dag, tá hann hevur verið á sjúkrahúsinum og fingið eina lýsing av skaðanum.

Løgreglan veit, hvør brotsmaðurin er, so hann fara tey eisini at avhoyra, tá tey fáa fatur á honum.

Í hinum málinum var brotsmaðurin handtikin stutt eftir hendingina, og er hann í løtuni í varðhaldi hjá løgregluni.

Har eru nógv vitni til hendingina, og fer løgreglan at tosa við tey í dag fyri at fáa greiðu á, hvat er hent. Eisini verður brotsmaðurin avhoyrdur og leyslatin, tá hann hevur sovið rúsin av sær, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder