Løgreglan leitar eftir vitnum

Roynt verður nú at finna útav hvat hendi, tá tríggir unglingar lupu á eldri mann sunnunáttina

Skálatrøð í lýsingini sunnumorgunin (Mynd: Jógvan á Dul)

Skálatrøð í lýsingini sunnumorgunin (Mynd: Jógvan á Dul)

2022-12-13 10:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan leitar nú eftir fólki, sum kunnu vera við til at fáa greiði á, hvat hendi, tá ein eldri maður varð álopin á parkeringsplássinum á Skálatrøð í Havn sunnunáttina.

Hendingin fór fram millum midnátt og klokkan 01 á parkeringsplássinum. Tríggir unglingar løgdu á ein eldri mann, sum var á veg heim. Løgreglan skrivar í fráboðan á Facebook í dag, at álopni maðurin er kannaður av lækna, har staðfest var, at hann hevur fingið skaða av tilburðinum.

- Um nakar hevur sæð ella hoyrt eitthvørt á Skálatrøð um hetta mundið, vinarliga set teg í samband við løgregluna á telefon 351448 ella 114, ljóðar áheitanin frá løgregluni.

Les eisini: Maður álopin á Skálatrøð   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder