Innanlands

Maður álopin á Skálatrøð

Løgreglan sóknast eftir upplýsingum um eina hending, sum fór fram á Skálatrøð í Havn tíðliga sunnunáttina

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-12 08:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eitt harðskapsmál í Havn, og vilja tey fegin frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt, sum kann hjálpa teimum at loysa málið.

Málið snýr seg um ein mann í 70unum, sum varð álopin á Skálatrøð sunnunáttina millum midnátt og klokkan hálvgum eitt, veit Útvarpið at siga í morgun.

Maðurin varð álopin av trimum unglingum. Hann varð bæði sligin og sparkaður. Tá maðurin rópti eftir hjálp, rýmdu álopsmenninir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder