2021-04-03 11:58

Í løtuni er olja á vegastrekkinum frá Leirvík niðan á Gøtueiði.
Hesum boðar løgreglan frá á Facebook.
Vegurin er hálur, sigur løgreglan, og tí verða fólk biðin um at vera ansin í ferðsluni.
Løgreglan segði við Útvarpið á middegi, at tað ikki ber til at siga við vissu hvussu langa tíð tað fer at taka at fáa oljuna burtur, men tað kann taka upp til fleiri tímar, og tí verður heitt á fólk um at verða ansin í ferðsluni næstu tímarnar.
Dagførd kl. 12.28
Kunning! Bođađ verđur frá olju á vegastrekkinum frá Leirvík niđan á Gøtueiđi. Vegurin er hálur. Veriđ tí ansin í ferđsluni. /vaktleiđarin
Slået op af Føroya Politi i Lørdag den 3. april 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald