Innanlands

Løgreglan sóknast eftir vitnum

Løgreglan ynskir at frætta frá fólki, sum hava sæð ella hoyrt okkurt í sambandi við grindakúluna, sum varð hong uppá húkin í Klaksvík tíðliga hósdagin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-30 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósmorgunin varnaðust Klaksvíkingar, at onkur hevði hongt eina grindakúlu upp á stóra húkin í rundkoyringini. Helst er talan um eina kúlu frá grindini, sum legði beinini í Hvannasundi mikudagin.

Les eisini: Blóðug heilsan í Klaksvík

Talan er um eitt herverksmál, og vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum hava sæð ella hoyrt nakað, sum kann hava týdning fyri málið, sigur løgreglan við Kringvarpið.

Grindin í Hvannasundi var sera lítil – 10 hvalir og 85 skinn, sum vórðu býtt í drápspartar.

Les eisini: Lítil grind legði beinini í Hvannasundi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder