Innanlands

Løgreglan: Sum heild eitt friðarligt vikuskifti

Nakrar støður hava verið, har full fólk hava verið til ampa, men annars hevur talan verið um eina friðarliga nátt, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-12 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast nógv er á skránni hetta vikuskiftið – m.a. Countryfestivalur og Eystanstevna – hevur sum heild verið friðarligt hjá løgregluni.

Í nátt hava tó verið fleiri støður, har full fólk hava verið til ampa.

Í nátt gjørdist ein maður so illur, tá hann ikki slapp inn á eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn, at løgreglan gjørdi av at taka hann við sær á støðina.

Maðurin hevur sovið rúsin av sær á løgreglustøðini í nátt, og fær hann eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Eisini hava verið aðrar støður, har løgreglan hevur verið noydd at skilt fólk sundur, men annars hevur, eins og leygarnáttina, verið heilt friðarligt, verður upplýst.

Les eisini: Løgreglan: Kunnið tykkum um ferðslubroytingarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder