Innanlands

Løgreglan: Kunnið tykkum um ferðslubroytingarnar

Í sambandi við Tórshavn Marathon eru fleiri vegir og tunlar stongdir seinnapartin, og heitir løgreglan á fólk, sum hava ørindi í høvuðsstaðnum, um at kunna seg um hesi viðurskifti á heimasíðuni hjá Landsverki ella Tórshavnar kommunu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-06-12 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er Tórshavn Marathon á skránni, og í hesum sambandi verða ávísir vegir og tunlar stongdir seinnapartin millum klokkan 12.30 og 19.

Løgreglan ynskir í hesum sambandi at minna fólk á at kunna seg um og virða hesar ferðslubroytingarnar, um tey hava ørindi í høvuðsstaðnum í dag.

Millum annað eru Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir seinnapartin, og skal bilaferðslan koyra eftir Oyggjarvegnum, meðan tunlarnir eru stongdir.

Til ber at kunna seg meira um ferðslubroytingarnar á heimasíðuni hjá Landsverki her, og á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder