2024-07-20 18:02
Tað eru nógvar fráboðanir dagliga um larm av prutlum. Í fleiri førum er talan um prutl sum eru bygnaðarbroytt, og eisini um førarar undir aldur. Hesi prutl larma illa, og órógva náttarfriðin.
Løgreglan fer í næstum í hernað móti hesum prutlunum, men kemur í fyrsta umfari við ávaring til foreldur, um at tosa við síni børn um hendan trupulleikan, og eisini tryggja sær, at prutl og skutarar hjá børnunum eru í lógligum standi.
Prutlini eru skrásett, so løgreglan veit, hvør eigur tey. Seinni í summar kann væntast, at løgreglan fer heim til eigararnar og kannar hvussu standurin á teimum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald