Innanlands

Løgreglan úr at gera í gjár

Millum annað varð boðað frá einum arbeiðsóhappi í Søldarfirði og einum innbroti í Havnadali

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-23 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevði úr at gera í gjár, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.

Týsmorgunin, beint eftir klokkan sjey, fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt arbeiðsóhapp hevði verið á havnalagnum í Søldarfirði.

Tað var ein treylari við gróti, sum var koppaður.

Førarin megnaði tó sjálvur at koma út, og fekk hann, sum skilst, ongan skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Sama morgun kannaði løgreglan ferðsluna í sambandi við skúlakoyring í Havn.

Kannað varð, um børnini sótu í trygdarbelti, og har vórðu tvey mál skrivað. Tveir bilførarar fingu sostatt klipp í koyrikortið fyri ikki at hava børnini íbundin.

Um hálvgum tólv tíðina fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at onkur hevði brotið seg inn í eitt fjós í Havnadali.

Løgreglan hevur verið á staðnum og kannað málið og savnað nøkur spor. Løgreglan veit tó ikki um, at nakað skal vera stolið, verður sagt.

Umframt hetta varð fyrrapartin í gjár boðað frá einari arbeiðsvanlukku í Vágum, har ein 52 ára gamal maður lat lív, og einum ferðsluóhappi á landsvegnum við Kambsdal. Tvey fólk endaðu á sjúkrahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder