2020-04-13 08:58
Høgtíð og korona-stongsul hava gjørt páskirnar í ár til eina friðarliga uppgávu hjá teimum løgreglufólkum, sum eru á vakt.
Løgreglan varð bert kallað út til ein tilburð í gjár.
Tað vóru fólk úr eysturbýnum í Havn, sum gjørdu løgreglumyndugleikarnar varugar við, at ein rættiliga harðmælt málargeipan fór fram uttan fyri eini hús í grannalagnum.
Ein patrúlja frá løgregluni fóru á staðið, og fekk sissa teir umleið 7-8 harðmæltu menninar í øllum góðum.
Talan er um eitt stað, sum hýsir útlendingum, iå eru komnir higar til lands í arbeiðsørindum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald