
Fyrr í dag varð boðað frá rættiliga nógvari olju á vegnum frá Skipaneskrossinum og nakað norður um Tjørnunes og um Gøtueiði.
Økisleiðarin hjá Landsverki segði í tíðindunum á middegi, at tað fór at taka nakrar tímar, áðrenn vegurin er reinur aftur, og nú boðar løgreglan frá, at vegurin er stongdur í nakrar tímar.
– Í sambandi við áður fráboðaða olju á vegnum, skal verða sagt frá, at vegurin frá Skálabotni og til Skipaneskrossin verður stongdur í nakrar tímar frá nú av, ímeðan vegur verður reinsaður fyri olju. Bilførarar kunnu nýta farleiðina, Skála/Strendur og Runavík, í staðin fyri, skrivar løgreglan.
Fráboðað verður aftur, tá koyrandi er aftur.
Sí eisini: Myndir: Olja á vegnum í Skipanesi og undir Gøtueiði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald